Myndin vísir ymisk sløg av mikrohvalspýggjum, Hydrozoa. Í nóg stórum nøgdum kunnu tær verða skaðiligar fyri alifisk. Støddin er vanliga umleið 0,5 mm til 5 mm í tvørmáti, men tær kunnu eisini verða størri.

Firum ger kanningar av hvalspýggju í sjógvi

Tað finnast fleiri sløg av hvalspýggju í føroyskum sjógvi – stórar, smáar og í ymiskum skapi. Av tí at tær kunnu verða ringar at síggja, serliga tær heilt smáu, og tí tað ikki er so einfalt at fáa hvalspýggju við, tá sjógvsýnir verða tikin, eru bara avmarkaðar kanningar gjørdar av hvalspýggju í føroyskum sjógvi.

Firum hevur nú skipað mannagongdir fyri sýnistøku av hvalspýggju í sjógvi og hevur ment førleikar at eyðmerkja hvørji sløg av hvalspýggju talan er um. Hetta er liður í okkara granskingararbeiði, har granskarar á Firum arbeiða saman við granskarum úr Noregi, Skotlandi og Føroyum at fáa meiri vitan um hvalspýggju.

Seinastu árini hevur hvalspýggja elvt til trupulleikar hjá alivinnuni í okkara grannalondum. Nevnast kann at stórar nøgdir av pinkuhvalspýggju hava viðført til økt fellið í alibrúkum í Skotlandi og at tað í vetur hava verið avbjóðingar á fleiri norskum firðum, tí eitt ávíst slag av hvalspýggju, ið kallast perlesnormanet á norskum, sum kann vaksa saman í stórar bólkar, hevur gjørt stóran skaða á alilaks.

Støddin á hvalspýggju varierar og tað finnast fleiri sløg. Nøkur hvalspýggjusløg eru einans nakrar millimetrar til støddar og nærum glasklárar, og kunnu tí ikki síggjast við berum eygum, meðan onnur sløg eru stór og sjónlig. Aðrar hvalspýggjur savnast í bólkar/klumpar og eru tá sjónligar, sum stórar koloniir í sjónum. Hvalspýggja hevur fínar trevsar við kyknum, sum innihalda eiturevni, ið kunnu verða skaðilig fyri alifisk.

Kanningar, sum Firum gjørdi í 2023 saman við Bakkafrost, ávístu 21 ymisk sløg av hvalspýggju í føroyskum sjógvi. 15 av hesum hvalspýggjum eru harmleysar fyri alifisk, 5 av sløgunum kunnu verða til ampa fyri alifisk, meðan tað eina slagið er beinleiðis eitrandi, tá talið av hesum verður høgt í sjónum.

Fiskur, sum livur á okkara firðum kann rýma undan hvalspýggju, um tær eru til ampa. Hetta kann alifiskur ikki. Tað er orsøkin til, at Firum nú setur sjóneykuna á hvalspýggju.

Á Firum hava vit gjørt eina handbók, sum finst inni á okkara heimasíðu har tilber at fáa eitt sindur av vitan um hvalspýggju, sí meira í leinkjuni her.

 

Kann hvalspýggja knýtast saman við møguligum veðurlagsbroytingum?

At kenna innihaldið av hvalspýggju í føroyskum sjógvi yvir ár og árstíðir kann eisini geva okkum vitan um møguligar broytingar í sjónum kring Føroyar. Fleiri av okkara grannalondum brúka kanningar av hvalspýggju at meta um veðurlagsbroytingar.

Okkara vitan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi kann tí eisini brúkast sum eitt íkast til metingar um broytingar í veðurlagnum síggjast aftur í havinum kring Føroyar.

Myndir