Heðin I. Abrahamsen liðugur við sína PhD verkætlan um aldugjørt rák
Mynd av Heðini og metingarnevndini. Frá vinstru Harry B. Bingham, professari á DTU, Heðin Abrahamsen nýklæktur PhDari, Lars Gansel, lektari á NTNU og Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya og deildarleiðari á Havstovuni. Karin Margreta var forkvinna í metingarnevndini
Í dag vardi Heðin Abrahamsen sína PhD verkætlan, sum ber heiti Numerical nearshore model of waves and wave generated currents.
PhD verjan, sum var í Kongshøll, gekk væl og metingarfólkini lótu væl at bæði avriki og verju.
Í samandráttinum í PhD ritgerðini skrivar Heðin Abrahamsen soleiðis:
"Avmarkaða talið av vardum økjum fær alarar at flyta út á meira ábard øki. Hesi øki hava tó avbjóðingar við høgari aldu og hørðum ráki. Hóast útgerðin er gjørd til at tola slíkt umhvørvi, kunnu umhvørvisligar avbjóðingar framvegis hava neiliga ávirkan á heilsu og trivnað hjá fiskinum. Ringar við flótiringi í vatnskorpuni og søkkringi í botninum eru teir mest vanliga brúktu í laksaaling. Í umhvørvi við nógvari aldu og hørðum ráki verður søkkringurin lyftur upp, og tann treingingin kann seta lív og heilsu hjá fiskinum í vanda.
Høvuðsendamálið er at menna ein numeriskan myndil, sum kann vísa undir hvørjum um støðum aldugjørt rák er væntandi. Verkætlanin kannar hættir at máta og rokna út rúmið í alinótini. Mátingar á alibrúkinum á Sandsvág vísa hart rák, serliga í tíðarskeiðum við høgari aldu. Samanhangurin millum alduhædd og aldugjørt rák, og eisini millum aldu, rák og rúmbroyting í alinótini, verður kannaður. Harumframt verður frekvensspektrið av rúm broytingunum greinað. Numerisk myndul av aldugjørdum rákið tvørtur um eina grynnu verður kannaður, og síðani fluttur yvir á Sandsvág.
Fyrst verður aldugjørt rák aftan fyri eina grynnu myndlað numeriskt í einum royndarbrunni. Síðani verður brunnurin við grinnuni stigaður upp til verðuliga stødd. Í einari aðrari roynd verður grynnan broytt til eitt nes, fyri betri at umboða viðurskiftini á Sandsvág.
At enda verður ein numeriskur myndil gjørdur, ið byggir á botnmátingar í økinum kring Sandsvág."
Vegleiðarar hjá Heðini Abrahamsen vóru: Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðarar. Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum og Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hjávegleiðari.
PhD verkætlanin er fíggjað av: Firum, Innovationsfonden, Fróðskaparsetrinum, Mowi, Betri stuðulsgrunninum og Føroyagrunninum.
Vit á Firum ynskja Heðini hjartaliga tillukku við stóra avrikinum.
