Kalllýs á fríggjaraferð
Kirstin Eliasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni 2026
Á árligu Aliráðstevnuni, sum Havbúnaðarfelagið skipaði fyri fyrr í ár, hevði Kirstin Eliasen granskari á Firum eina framløgu við forvitniliga heitinum ‘Kalllýs á fríggjaraferð’.
Kirstin Eliasen, sum í fleiri ár hevur arbeitt við lús og lúsateljingum, greiddi frá áhugaverdari granskingarverkætlan, sum er sprottin úr eygleiðingum, sum eru gjørdar, tá lús verður tald á laksi. Granskingararbeiðið fevndi um innheintan av fleiri enn 1.600 kynsbúnum laksalúsum frá fleiri aliøkjum, myndatøku av lýsnum, skráseting av um lýsnar høvdu havt kynsligt samband við eina kalllús og greining av øllum hesum data.
Tað er soleiðis at hevur ein kvennlús havt kynsligt samband við eina kalllús verða tvey sáðhylki límað fast á kvennlúsina. Sáðhylkini fungera so, sum sáðgoymsla og gita egg hjá kvennlýsini leingi aftaná at kalllúsin er farin.
Granskingarverkætlanin varð skipað sum ein bachelor verkætlan, sum Bjørt í Niðristovu, fyrrverandi lúsateljari og lesandi á Fróðskaparsetrinum, gjørdi og stóð fyri í samstarvi við granskarar á Firum, og vístu úrslitini, at kallýsnar í alivinnuni eru framúr óførar at finna kvennlýsnar og gita eggini – til eina og hvørja tíð vóru í minsta lagi umleið tríggir fjórðingar av kvennlýsnum gitnar.
Leinki til framløguna, trýst her
Leinki til kunningarstubba um Bjørt, trýst her
Vit tú vita meiri um lús kanst tú seta teg í samband við Kirstin á kirstin@firum.fo ella tlf. 77 47 03

Kirstin Eliasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni 2026.
(Mynd: Firum, Jóhanna Lava Køtlum)
