Sporing av bitlum í sjónum
Birgitta Andreasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri
Á árligu Aliráðstevnuni, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri, hevði Birgitta Andreasen granskari á Firum eina framløgu við heitinum Bitlar í sjónum, bitlasporing sum amboð.
Birgitta greiddi frá, hvussu bitlasporing kann nýtast til at svara uppá spurningar um, hvar bitlar í sjónum enda, so sum um depositión av skarni ella tarafragmentum frá ávikavist laksa- og taraaling og útbreiðslu av eitt nú laksalús. Á Firum nýta vit bitlasporingsmyndilin LADiM, ið er mentur av norsku Havstovuni Havforskningsinstituttet í Bergen, sum verður víðari mentur til at passa til Føroyska umhvørvið saman okkara 3D havmyndil, FarCoast.
Í samband við verkætlanina ADepoPlan verður ein app ment, og fyrst prototypan er klár her:
https://shiny.firum.fo/TEST_adepoplan_shiny/
Tá ADepoPlan er liðugt ment fer at bera til hjá alivinnuni, myndugleikum og øðrum at brúka amboðið í tilrættisleggingini av virkseminum. Í fyrstu atløgu er amboðið ment til at meta um depositión av bitlum, tvs. hvar bitlar, ið søkka, enda á havbotninum. Men amboðið kann útvíkast til til alskyns bitlar, treytað av at eginleikarnir hjá bitlunum eru kendir. Bitlarnir kunnu verða skarn frá alivinnuni, laksalús, virus, bakteriur, tari ella spillvatn frá virkjum.
Sí framløguna í pdf formati her
Vilt tú vita meiri um bitlasporning kanst tú seta teg í samband við Birgittu á birgitta@firum.fo ella á telefon 77 47 52.
(Mynd: Birgitta Andreasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni, Firum)
(Mynd: Birgitta Andreasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni, Firum)
(Mynd: Birgitta Andreasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni, Firum)
(Brot úr framløguni um bitlar í sjónum, sí alla framløguna her)



