Lúsin

Main image

Tað eru tvey sløg av lús, sum arga alivinnuna. Laksalúsin og seiðalúsin. Laksalúsin gevur, sum navnið eisini bendir ár, eina fatan av at hon livir á laksi. Tað er partvís rætt, hon livir á laksi og øðrum laksafiskum, tvs. eisini á sílum. Seiðalúsin, hinvegin, er ikki tengd at einum ávísum fiskaslagi. Hon er als ikki kræsin í so máta, tí staðfest er at hon finst á fleiri enn 100 ymiskum fiskasløgnum.

Lúsin, bæði laksalúsin og seiðalúsin, hevur verið ein avbjóðing fyri alivinnuna síðani alivinnan av fyrstani tí tók ser upp. Tí hevur Firum seinastu nógvu árini havt umfatandi gransking við serligum denti á at fáa vitan um lúsalívfrøði, hvar og á hvørjum dýpi lúsalarvur finnast á firðunum, slaggreining av lúsalarvum, spjaðing og smittu av lús og basan av lús.

Firum er eisini sambært lóg, tann einast sum kann gera lógarkravdar lúsateljingar. Hesa uppgávu taka vit í størsta álvara, tí álítandi lúsateljingar hava alstóran týdning fyri, hvussu alivirksemi verður lagt til rættis og fyri myndugleikaeftirlitið.

Samanborið við okkara grannalond so eru føroysku lúsateljingarnar av eini nógv betri og álítandi góðsku. Hetta viðførur eisini, at føroysk gransking innan lús gevur betri úrslit eins og tað vísir tað seg at spjaðings- og forsagnarmyndlar eru álítandi og kunnu brúkast sum planleggingaramboð.

Firum hevur eisini ment lúsaforsagnarmyndilin Lusim, sum gevur alivinnuni møguleika at spáa um, hvussu lúsatalið á einum alibrúki verður frá tí fiskur verður settur út og fram til tøku.

Her ber til at lesa meiri um ymiskar granskingarverkætlanir innan lús:
Lúsalarvur í sjónum
LiceDetached
SLIMM

Vilt tú vita meiri ber eisini til at seta teg í samband við okkara lúsaserfrøðingar: Birgittu Andreasen, Gunnvør á Norði ella Kirstin Eliasen