Føroysku firðirnir eru so týðandi partir av okkara náttúru
Føroysku firðirnir eru so týðandi partir av okkara náttúru. Á firðunum er fjølbroytt og virðismikil náttúra. Har eru stórslidnir taraskógir við eini ørgrynnu av djóra- og plantulívi. Har eru eisini sandbankar, sum eru virðismikil liviøkir gravandi fiskasløgum og øðrum dýrum. Lívið á firðunum spælir ein týðandi leiklut í føroysku náttúruni sum heild. Á firðunum eru uppvakstrarøkir hjá smáfiski, eins og sjófuglur er tengdur at firðunum.
Nógv virksemi er eisini á firðunum. Skipsferðsla, havnarlegur, útlát av ymiskum slagi, rekreativt virksemi og ikki minst alivirksemi. Tí mugu vit ansa eftir firðunum og tað gera vit við at fáa meiri vitan um firðirnir.
Okkara firðir og náttúrugivnu umstøðurnar eru høvuðsorsøkin til at aling av laksi er so vælegnað í Føroyum. Menningin av alivinnuni seinastu árini hevur verið stór. Og hóast ein størri partur av lívinum hjá alilaksi í dag gongur fyri seg á smoltstøðum á landi, eru firðirnir tann berandi partur av laksaalingini. Man kann siga, at uttan føroysku firðirnir, ongin føroysk laksaaling.
Seinastu árini hevur Firum lagt nógva orku í at fáa meiri vitan um firðirnir - grundleggjandi vitan um, hvussu firðirnir virka og hvussu alivirksemi ávirkar firðirnar. Firum hevur tildømis ment eina flokkingarskipan fyri botndjór, sum kann brúkast, tá mett verður um botnurin er dálkaður frá alivirksemi.
Vilt tú vita meiri kanst tú trýsta á leinkjurnar niðanfyri:
Vilt tú vita meiri um gransking innan umhvørvi og firðir ber til at seta teg í samband við okkara serfrøðingar: Birgittu Andreasen, Ernu Lava Olsen, Gunnvør á Norði ella Sissal V. Erenbjerg