Búmerkið

Main image
Búmerkið vil ikki siga, hvør fýrakantur er nærri tí, sum hyggur.

Nýggja búmerkið hjá Firum er ein seiðakikari

Búmerkið er ein seiðakikari, amboðið, sum kundi síggja niður í sjógvin, og sum dró tjøldini frá og gav vitan til at taka grundaðar avgerðir. Nettupp hetta ger Firum. Kannar og granskar og gevur landi og fyritøkum vitan at byggja avgerðir á.

Sjálvt búmerkið er tveir fýrakantar. Ymsir á stødd, samanbundnir við strikum, tann minni inni í tí stóra. Búmerkið vil ikki siga, hvør fýrakantur er nærri tí, sum hyggur. Við hesum skapast eitt optiskt spæl, ið vekur forvitni eftir at vita, hvat búmerkið eginliga ímyndar.

Forvitni er ein hornasteinur undir øllum virkseminum hjá Firum.

 

Sniðhandbókin hjá Firum kann síggjast her

 


Búmerkið við føroyskum undirteksti í png her

 


Búmerkið uttan undirtekst í png her

 


Búmerkið við enskum undirteksti í png her

 


Búmerkið uttan tekst í png her