Firum flytur til Hósvíkar

Main image
Mynd av granskingarfarinum Andrias Reinert VN 182, sum liggur við kei í Hósvík. Í baksýninum síggjast Thorbygningurin, sum Firum hevur langtíðarleigað, og bygningurin, sum Firum hevur keypt frá Renovent.

Flytingin hjá Firum til Hósvíkar er ikki bara ein praktisk avgerð, men eitt stórt stig inn í framtíðina

Í 2025 varð avgerð tikin at Firum (Fiskaaling), sum síðani einaferð í 1970 hevur hildið til við Áir, skal flyta til Hósvíkar. Lantíðaravtala er gjørd við Thor um leigu av teirra bygningi, sum liggur á havnalagnum í Hósvík og so hevur Firum keypt bygningin hjá Renovent, sum eisini liggur á havnalagnum í Hósvík. Harafturat leigar Firum øki, sum liggur millum Thorbygningin og bygningin, sum Firum hevur keypt frá Renovent. Við hesum er grundarlag fyri at byggja góðar og tryggjar umstøður til framtíðarvirksemi hjá Firum.

Flytingin hjá Firum til Hósvíkar er ikki bara ein praktisk avgerð, men eitt stórt stig inn í framtíðina. Í nógv ár hevur virksemi verið býtt sundur á ymisk støð kring landið, og hetta hevur verið avbjóðandi. Nú verður ein nýggj tíð sett í verk: ein samlað eind, eitt felags heimstað, har alt virksemi verður savnað á sama stað og øll starvsfólk koma at hava sítt arbeiðspláss undir einum taki.

Við hesum stigi verða karmar, sum bera granskingina longur enn áður. Her verða skrivstovur, starvsstovur, verkstaður, goymsla, góðar umstøður til granskingarfarið og royndarumstøður tengd saman til eina heild – eitt stað, har arbeiði við vitan, nýskapan og djúpum fakligum innliti kann spíra. Hetta er eitt savningarstig, sum gevur bæði førleikar og umstøður til at styrkja Føroyar sum leiðandi land innan burðardygga aligransking.

At savna alt virksemi í Hósvík gevur:

  • Størri samstarv – tí tá starvsfólk arbeiða lið um lið, verður vitanin deild beinleiðis, og nýggj hugskot verða lættari at seta í verk

  • Best møguligar royndarumstøður – karmar, har livandi akvatiskar verur kunnu kannast undir tryggum og kontrolleraðum umstøðum, eru grundarlagið undir nýggjari vitan

  • Eitt lyft fakliga – gransking frá bachelor-til PhD stigi fær ein heimstað, sum kann føða altjóða úrslit

  • Ein greiðan samfelagsligan týdning – ein óheftan vitanarpall, har granskingarúrslit og vitan beinanvegin fara at gagna føroysku alivinnuni, styrkja djóravælferð og skapa størri burðardygd.

 

Hetta er ikki bert ein bygging av fysiskum hølum, hetta er ein bygging av einum miðdepli fyri framtíðar vitan.

 
Í Hósvík verður Firum samlað til eitt sterkt og sjónligt granskingarumhvørvi, sum kann gera Føroyar til eitt fyrimyndarland innan aligransking – eitt stað, har framtíðin verður formað við fakligum dirvi og nýhugsan. Ein staðfesting av, at Føroyar vilja vera fremst í arbeiðinum at skilja og menna sambandið millum menniskja, náttúru og vinnu.

Eftir ætlan flytur Firum til Hósvíkar á heysti 2026.

Thor og Renovent.JPG
Myndin vísir Thorbygningin (til vinstru), sum Firum hevur langtíðarleigað og bygningin, sum Firum hevur keypt frá Renovent (til høgru). Millum bygningarnar verður Føroya fyrsta sokallaða FishLab staðsett.