Føroya fyrsta FishLab verður bygt í Hósvík
Partur av arbeiðinum at savna alt virksemi hjá Firum í Hósvík, er eisini at skipa góðar og framtíðar tryggjaðar umstøður at granska í virðurskiftum, sum kunnu geva meiri vitan til varandi aling.
Sum alitjóð hevur tað mangan verið sett spurnaðartekin við, hví einki FishLab er í Føroyum? Alivinnan, granskingin og undirvísingin hevur tørv á eini royndarstøð, har tað trygt og skipað ber til at gera ymiskar royndir við fiski og livandi verum, sum kunnu verða grundarlag undir tí menning, sum alivinnan áhaldandi hevur tørv á.
Nú Firum fyrireikar seg at flyta frá lívfiskastøðini við Áir og suður til Hósvíkar, verða lunnar lagdir undir at byggja fyrsta føroyska FishLab.
FishLab, sum væntandi verður klárt at brúka við ársenda 2026, kemur at hava møguleikar at gera royndir í sjógvi og ferskvatni.
Alt inntøku- og frárensluvatn frá FishLab verður sóttreinsað áðrenn tað verður leitt út í kommunalu spillvatnsskipanina. Sóttreinsingarskipanin hevur fingið eina góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum er givin við heimild í grein 9 í kunngerð nr. 72 frá 26. juli 2002 um sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakulturbrúkum og akvakulturvirkjum v.m.
Virksemi í FishLab verður skipað við støði í hesi góðkenning, rakstrarloyvinum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og innaneftirlitinum hjá Firum.
