Vitan til varandi aling | VTVA er ráðstevna, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.
Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.
Fyrsta ráðstevnan í 2021 var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.
Ráðstevnan verður skipa soleiðis at granskarar og onnur áhugaði, kunnu senda uppskot um evni og abstralt til framløgur fyri fyriskiparnar. Síðani gjøgnumgongur ein vísindanevnd innkomin uppskot og leggur ráðstevnuna til rættis.
Vitan til varandi aling | VTVA 2026
Sí meira frá fyrrverandi ráðstevnum niðanfyri:
Vitan til varandi aling | VTVA 2025
Vitan til varandi aling | VTVA 2024
Vitan til varandi aling | VTVA 2023
Vitan til varandi aling | VTVA 2021, Netráðstevna