Vitan til varandi aling | VTVA 2026

Main image

Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling | VTVA 2026 verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 6. november 2026.

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna í Føroyum.​

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Fyrsta ráðstevnan í 2021 var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

Ráðstevnan verður skipa soleiðis at granskarar og onnur áhugaði, kunnu senda uppskot um evni og abstralt til framløgur fyri fyriskiparnar. Síðani gjøgnumgongur ein vísindanevnd innkomin uppskot og leggur ráðstevnuna til rættis.

 

  

Innlating av abstrakt

Longu nú er møguligt at senda ein samandrátt (abstrakt) inn og møguleikin stendur við til umleið hálvan september 2026. Lat inn abstrakt til ráðstevnuna Vitan til varandi aling | VTVA 2026, sum verður tann 6. november 2026, á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.

 

Vegleiðing til abstrakt:

  • Evni á framløguni.

  • Høvundur, fyrsta navnið er framleggjarin.

  • Í mesta lagi 400 orð tilsamans, á einari síðu.

  • Send abstrakt inn sum word ella pdf fíla.

Samandrátturin (abstrakt) verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss er fyri framløguni á ráðstevnuni.  Væntast kann at umsøkjarin fær svar innan 8. oktober 2026.

 

Vísindanevndin er mannað av:

  • Unn Laksá, Sjókovin

  • Eilif Gaard, Havstovan

  • Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga starvsstovan

  • Bárður Joensen, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum

  • Ása Johannesen, Firum

Spurningar

Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, vinarliga set teg í samband við fyriskiparnar av ráðstevnuni á t-post info@firum.fo ella á telefon 77 47 62.

 

Lat inn abstrakt

Send tína abstrakt til raðstevnuna Vitan til varandi aling | VTVA 2026 longu nú, við at trýsta her 

 

 

Tilmelding til VTVA 2026

Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.

  • Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni.

  • Freistin at melda seg til 'VTVA 2026' er mánadagin 2. november 2026.

  • Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu.

Lesandi:
Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis, tó er avmarkað nøgd. Um tú ert lesandi á hægri lærustovni, má tín luttøka váttast av Firum. Send t-post til info@firum.fo og kanna tínar møguleikar.

 

Tilmelding byrjar seinni á VTVA tilmeldingar heimasíðuni, sí her