Hvussu økja vit um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum
Endamálið við verkætlanini var at økja um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum við at økja um burðardygga framleiðslu av djórum og plantum, sum eru niðarliga í føðiketuni.
Leikluturin hjá Firum var at kannað, hvussu nógv lívrunnið tilfar og tøðevni koma frá aling av laksi og at kanna møguleikar fyri at endurnýta hetta í samaling við krækling og tara. Hetta var gjørt á Sørvágsfirði í samstarvi við Hiddenfjord.
Eisini hýstu vit eium BS næmingi frá Týsklandi og einum MS næmingi frá Suðurafrika í hesi verkætlan.