Ein føroyskur miðdepil fyri háavrikandi teldumegi fyri hav- og fjarðamodell
FMHAT er heitið á tí føroyska miðdeplinum fyri háavrikandi teldumegi. Háavrikandi teldumegi eru teldur sum kunna gera nógvar útrokningar samstundist.
Henda verkætlan snýr seg um at seta upp eitt føroysk havmodell fyri Føroyar. Verkætlanin er ein víðarimenning av verkætlanini (leinkja).
Við FMHAT hava vit bygt eitt telduumhvørvið, ið kann koyra og goyma stóra havmyndilin FarCoast og úrslit frá teldusimuleringum. Sama umhvørvið kann eisini nýtast til aðrar verkætlanir, sum krevja stórar teldur til útrokningar.