Tað er torført at finna lýsnar í millum stóru nøgdirnar av øðrum djóraæti
Tá hugsað verður um, hvussu stór plága laksalús er fyri alivinnuna, kann tað tykjast løgið, at tað er so torført at finna lúsalarvur í sjónum, sum er høvuðssmittukeldan. Hetta hevur tó víst seg at vera trupult, tí nøgdin av øðrum djóraæti er meiri enn 1.000 ferðir hægri enn nøgdin av lúsalarvum, og tí er torført at finna lýsnar í millum stóru nøgdirnar av øðrum djóraæti.
Í hesi verkætlan eydnaðist at savna lús í sjónum í nóg stórum tali til at tað ber til at siga nakað um búningarstigini, sum svimja frítt í sjónum og smitta millum alibrúk.