Føroysk flokkingarskipan fyri botndjór, nýtt til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alivnnuni
Firum hevur ment eina føroyska flokkingarskipan fyri botndjór á føroysku firunum. Skipanin verður nýtt til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alingini. Skipanin tekur útgangsstøðið í føroysku botndjórasamansetingini, og er eitt týdningarmikið amboð í arbeiðinum at tryggja eina burðardygga nýtslu av alifirðunum.
Flest øll lond hava ment eina 5 stiga flokkingarskipan fyri botndjór, har støðan verður flokka eftir hvussu nógv eina botndjórakanning víkir frá tí náttúrligu botndjórasamansetingini. Støðan á botninum kann flokkast sum ávikavist:
1. sera góð, tvs einki frávik er frá náttúrligu støðuni
2. góð ella lítið frávik er frá náttúrligu støðuni
3. tolulig
4. vánalig
5. sera vánalig
Kelda: Tillagað mynd frá Direktoratgruppens Vanndirektivet 2018. Veileder 2:2018. Klassifisering.
Verkætlanin byggir víðari á verkætlanina “Botndjór – Eitt føroyskt sammetingargrundarlag fyri lívfrøðiliga margfeldið á føroyskum firðum”, sum Granskingarráðið fíggjaði, og har alifeløgini lótu data. Verkætlanin, sum varð liðug á heysti 2020, staðfesti, at botndjóralívið á føroysku firðunum frá náttúrunnar hond er øðrvísi enn í okkara grannalondum. Tí er neyðugt at menna eina serføroyska flokkingarskipan fyri botndjór.
Í stýribólkinum fyri verkætlanina sótu umboð fyri Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Biofar og Havbúnaðarfelagið. Verkætlanin byrjaði í novembur 2020, og frágreiðing var útgivin í oktobur 2021.
Verkætlanin er fíggjað av Firum, Havbúnaðarfelagnum, Granskingarráðnum og Umhvørvisstovuni.
| Meira kunning
Vilt tú vita meira um verkætlanina Botndjóraflokkingarskipan, kanst tú seta teg í samband við Heidi S. Mortensen, PhD lesandi á Firum, á heidi@firum.fo ella á tlf.: 774765
