Minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga alivinnuna til veðurlagsbroytingar
OCCAM hevur til endamáls at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga alivinnuna til veðurlagsbroytingar. Verkætlanin er samskipað av Nofima í Norra og tilsamans luttaka 22 fyritøkur og stovnar úr Europa. Úr Føroyum luttaka Sjókovin, Hiddenfjord, Avrik og Firum.
Firum stendur á odda fyri at menna eitt amboð, sum kann hjálpa alifyritøkum og myndugleikum at minka um trupulleikan við laksalús í einum broyttum framtíðar veðurlagi.
Endamálið er at menna ein myndil, sum kann meta um ávirkanina av ymiskum hugsaðum dømum, ið kunnu minka um lúsasmittu. Hetta verður gjørt í samstarvi millum føroysku luttararnar í verkætlanini.
Les meira um verkætlanina her