Rognkelsi verða nýtt til at basa lús í Føroysku alivinnuni
Fyrstu rognkelsini vóru sett út í aliringar í Føroyum í 2014. Hóast avbjóðingarnar eru nógvar, hevur tað víst seg, at undir røttu umstøðunum eru rognkelsi ein effektivur lúsaátari.
Av tí at rognkelsi er ein relativt nýggjur fiskur í alivinnuni, er enn nógv vitan, ið manglar fyri at fáa rognkelsini at trívast í aliringunum. Heilsufrøðiliga starvsstovan tók avgerð um at árini 2023-2027 skulu skipast sum royndarár, har ið fylgt verður við felli, trivnaði, heilsu, lúsaáti o.ø. hjá øllum rognkelsum í Føroyum. Endamálið er at framleiða vitan sum kann betra um trivnað og vælferð hjá rognkelsum í Føroyum.